Durita Holm

Durita Holm SHEinans 21 ára gomul sigldi Durita Holm í trý ár jørðina runt í seglbátinum Salka Valka. Burtur úr tí kom bókin “Ferðin um bláu gongustjørnuna” í 1999.

Durita Holm las síðani antropologi á universitetinum í Oslo, og flutti nøkur ár seinni til Andalusia í Suðurspania.  Í 2003 gav hon bókina “Á smølum andalusiskum gøtum” út.

Durita Holm er framvegis búsitandi í teimum sponsku Sierra Nevada fjøllunum saman við spanska manni sínum og tveimum døtrum.

Á smølum andalusiskum gøtum
“Eitt er at uppliva, nakað heilt annað er at duga at siga frá øllum, ein upplivir. Tað dugir Durita, og á ein slíkan hátt, ein sjáldan sær í føroyskum bókmentum… Vónandi verða tey mong, sum lesa bókina hjá Duritu Holm, tí tað hevur hon uppiborið við hesum vælaverki av einari bók” Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Fregnir

“Alle, der endnu har Sierra Nevada og la Alpujarra til gode – eller Spanien i det hele taget – vil kunne have glæde af Durita Holms bog.” Klaus Rifbjerg, Information

OffurmorðiðOFFURMORÐIÐ
Antropologurin, Alisa, fer til Kolumbia at granska kynsímyndir í tí stak mansliga tarvafektaraumhvørvinum. Ein dagin er hon vitni til eitt møguligt morð, sum hon síðan saman við tarvafektaranum Javier Cortés, roynir at avdúka. Áðrenn tey vita av, enda tey langt inni í frumskóginum í hóslag við bæði indianarar, paramiliter herlið og kommunistiska uppreistrarherin FARC.

Einki er tó sum tað sær út, og okkurt myrkt og dult úr fortíðini hjá Javier fylgir teimum allastaðni, so alt gerst enn meira óskiljandi og vandamikið, tá tey royna at fáa skil á hvønn leiklut tey ymisku fólkini rundan um tey veriliga hava: Hvat dylja tey yvir – tann undirfagra dansarinnan Belén, sjónska omman Clara, tann navnframi Kommandanturin og fanatiski tarvafektarin, Ignacio Sampedro?

Advertisements

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s